Fótbóltur

Fleiri Premier League dystir útsettir vegna korona

Talan er um Leicester - Tottenham, sum skuldi verða í kvøld, og Brighton - Manchester United leygardagin. Tveir dystir verða leiktir í kvøld, har bæði Liverpool og Chelsea spæla, men ivasamt er, um ein lítil steðgur verður í kappingini.

Ralf Rangnick og hansara lið sleppur heldur ikki á vøllin í vikuskiftinum

Ralf Rangnick og hansara lið sleppur heldur ikki á vøllin í vikuskiftinum

2021-12-16 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir Premier League-dystir vórðu leiktir í gjár, har yvirskriftin var, at Arsenal tók eitt umráðandi fet móti fjórða plássinum í London-uppgerðini móti West Ham, ið fekk ógvuliga tunt reytt kort miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá støðan var 1-0-

Tað skuldu vera fýra dystir, men orsakað av nógvum koronutilburðum hjá Burnley, varð tann dysturin útsettur.

Somu lagnu hevur Leicester - Tottenham í kvøld. Harvið verður tað triði dystur á hjá Tottenham, ið ikki verður spældur, vegna korona. Hesuferð er tað tó ikki orsakað av støðuni hjá Tottenham; nógvir leikarar hjá Leicester eru smittaðir, og eftir at  Premier League í fyrstu syftu noktaði at ganga umbønini hjá Leicester um at útseta á møti, er dysturin nú útsettur.

Harvið verður tað triðja dagin á rað - her í 17. umfar - at koronutilburðir í feløgum eru atvoldin til, at dystir verða útsettir. Týsdagin sluppu Brentford og Manchester United ikki á vøllin, og tað er longu nú grett, at dysturin millum Brighton og United kortini ikki kann leikast leygardagin.

Venjarin hjá Brentford, Thomas Frank, sigur, at Premier League burdi útsett allar dystirnar hetta vikuskiftið í øllum førum fyri at fáa tamarhald á støðuni. Sambært ESPN ynskja fleiri feløg nú, at ikki verður spælt aftur fyrrenn 8. januar. Harvið er harða jóla- og nýggjarárskráin, ið er til gleði fyri so mong fótbóltsáhugaði, møguliga í vanda.

Premier League - 17. umfar

Mikudagin 15.12 (í gjár)
Burnley - Watford - útsettur
Brighton - Wolves 0-1 (0-1)
Crystal Palace - Southampton 2-2 (1-2)
Arsenal - West Ham 2-0 (0-0)

Hósdagin 16.12 (í dag)
19.45: Chelsea - Everton 
20.00: Liverpool - Newcastle
Leicester - Tottenham -
 útsettur

Týsdagin 14.12 (
Manchester City - Leeds United 7-0 (3-0)
Norwich - Aston Villa 0-2 (0-2)
Brentford - Manchester United - Útsettur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder