Fýra tær fyrstu áttandapartsfinalurnar í Champions League eru spældar hesa vikuna.
Lagt varð fyri týskvøldið, tá vinnararnir seinastu tvey árini - og stórfavortittarnir at koma víðari úr sínum áttandapartsfinalum - vunnu á útivølli.
FCK fekk eitt mál í larmandi Parkini, tá nýggi miðvallarin Magnus Mattsson smekkaði bóltin í City-máli, eftir stórt mistak frá Ederson. Hetta var til 1-1 og í einari góðari løtu hjá FCK í 1. hálvleiki. Annars var Manchester City greitt omaná. Kevin De Bruyne og Bernardo Silva skoraðu hvør sítt mál í 1. hálvleiki, og eftir steðgin tykitiskt tað bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn triðja málið kom. Tað gjørdi tað í yvirtíðini, tá Phil Foden eftir frálíkt spæl sendi bóltin framvið Kamil Grabara, ið hevði fleiri stórbjargingar í dystinum.
Pólski málverjin var argur, eftir at City økti um leiðsluna síðst í dystinum (Mynd: EPA)
FCK svaraði væl aftur, eftir at City kom á odda. Í 2. hálvleiki var tó eingin ivi (Mynd: EPA)
3-1, og tað er lítið og einki, ið bendir á, at FCK ger nakað við víðari luttøkuna hjá City. Real Madrid er eisini uppaftur størri favorittur eftir fyrra dystin. Liðið hjá Ancelotti var skert av skaðum í Leipzig. Heimaliðið fekk mál kolldømt tíðliga, og einasta málið í dystinum skoraði Brahim Diaz beint eftir steðgin.
Í gjár vann PSG sum væntað móti Real Sociedad. Bæði málini komu eftir steðgin, har Kylian Mbappé, ið allarhelst skiftir felag í summar, stóð fyri tí fyrra.
Bayern München tapti fyri fyrstu ferð í yvir tíggju ár í fyrru áttandapartsfinaluni og á italskum liði. Lazio skoraði einsamalla málið í Rom miðskeiðis í 2. hálvleiki, eftir at Dayot Upamecano hevði gjørt brotsspark, sum hann eisini varð útvístur fyri. Trýst á Thomas Tuchel og liðnum, sum eisini tapti lykladyst í Bundesliguni síðsta vikuskifti uttan at skora.
Champions League - fyrru áttandapartsfinalurnar
Í gjár, mikudagin 14.02
PSG - Real Sociedad 2-0 (0-0)
Lazio - Bayern München 1-0 (0-0)
Týsdagin 13.02
FCK - Manchester City 1-3 (1-2)
RB Leipzig - Real Madrid 0-1 (0-0)
Hini átta liðini spæla sínar fyrru dystir í næstu viku:
Týsdagin 20.02
Inter Milan - Atletico Madrid
PSV - Borussia Dortmund
Mikudagin 21.02:
FC Porto - Arsenal
Napoli - Barcelona
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald