Hondbóltur

Fleiri ungdómslandsdystir á skránni komandi dagarnar

U19-landsliðið hjá monnum luttekur í Scandinavian Open í Svøríki, og U17-landsliðið hjá kvinnum luttekur í EHF Championship í Georgia, og allir dystirnir verða stroymdir – Í dag hitta menninir Noreg, meðan kvinnurnar spæla móti Estlandi.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2021-08-06 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi dagarnar eru fleiri ungdómslandsdystir í hondbólti á skránni.

U19-landsliðið hjá monnum luttekur í Scandinavian Open í Lund í Svøríki, og U17- landsliðið hjá kvinnum luttekur í EHF Championship í Tbilisi í Georgia. Allir dystirnir verða stroymdir.

Skráin hjá U19-monnunum er:

Fríggjadagin 6. august kl. 16.00 Føroyar – Noreg
Leygardagin 7. august kl. 17.00 Svøríki – Føroyar
Sunnudagin 8. august kl. 09.00 Føroyar – Danmark

Dystirnir kunnu stroymast her.

Skráin hjá U17-kvinnunum er:

Fríggjadagin 6. august kl. 13.30 Føroyar – Estland
Mánadagin 9. august kl. 11.00 Italia – Føroyar
Týsdagin 10. august kl. 13.30 Føroyar – Serbia
Hósdagin 12. august kl. 11.00 Føroyar – Ísrael
Fríggjadagin 13. august plaseringsdystir
Sunnudagin 15. august plaseringsdystir

Dystirnir kunnu stroymast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder