Fótbóltur

Fleiri vilja hava fatur á toppskjúttanum í Meistaradeildini

Skála hevur tó, sum skilst, ikki fingið nakað ítøkiligt boð uppá Simon Jørgensen. Vandamikli ungi danski vongurin hevur skorað sjey mál higartil í 2026 og hevur sáttmála við Skála til og við 2027.

Simon Jørgensen er trupul hjá mótstøðuliðunum at halda. Spurningurin er, hvussu leingi afturat Skála heldur fast í toppskjúttanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Simon Jørgensen er trupul hjá mótstøðuliðunum at halda. Spurningurin er, hvussu leingi afturat Skála heldur fast í toppskjúttanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-26 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann gjørdi 27 mál og 17 upplegg í 1. deild í 2025, og áðrenn oktober var av, syrgdi Skála fyri at gera nýggjan tvey-ára sáttmála við sína donsku stjørnu.

Hetta var eitt gott hugskot: Simon Jørgensen er eftir 14 umfør toppskjútti í Meistaradeildini við sjey málum. Tað kundi eisini verið meira, og umframt egnu mál hevur 20-ára gamli verið við í øðrum og skapt stóra ójavnvág hjá verjum við sínari ferð, sínum driblingum og ágangandi spæli.

[object Object]
Simon Jørgensen fegnast eftir brotssparksmálið, ið tryggjaði týðandi sigurin móti AB: Um hann hevði verið uppaftur hvassari úr ellivu metrum - hevur brent tvey brotsspark - hevði nummar 11 hjá Skála verið meira greitt á odda á toppskjúttalistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ikki óvæntað er áhugai aðrastaðni frá fyri unga og spennandi spælaranum. Sum skilst dyrgdu fleiri føroysk feløg eftir dananum, áðrenn hann gjørdi nýggjan sáttmála við Skála, og nú flytingarvindeygað er opið ganga søgur um Simon Jørgensen.

Tað sigst, at áhugi er í Føroyum, í Danmark og eisini í Svøríki. Men sum skilst hevur Skála ÍF ikki fingið nakað ítøkiligt boð enn.

Neyðugt er at keypa Simon Jørgensen leysan, um man veruliga ynskir hann í sín hóp nú. Spurningurin er so, um onkur fer at royna at fara í samráðingar við Skála skjótt, ella um toppskjúttin í deildini heldur fram í øllum førum restina av 2026.

Sí eisini: Simon Jørgensen fegnast um at vera toppskjútti og at bjarga Skála eitt stig í Steymnesi

Skála er í løtuni á 9. plássi við 11 stigum og skal royna at varðveita sæti í Meistaradeildini. Fyri at megna hetta er Simon Jørgensen ein lykil.

Sum bolt.fo skrivar seinnapartin, er óvist, um liðformaðurin og verjuskansin Jákup Jakobsen spælir í seinnu hálvu. Tað er eisini óvist, um liðið fær styrk til seinnu hálvu. Til tess er seinasta freist 15. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder