Fótbóltur

Flensburg vann stórsigur í Kiel

Jóhan á Plógv Hansen skoraði fimm mál, tá Flensburg-Handewitt fyri fyrstu ferð í seks ár vann í Kiel. Tungur dagur hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum, ið skulu bjarga árinum í Champions League.

29-ára gamli havnarmaðurin legði bragdliga fyri og varð næstbesti toppskjútti hjá Flensburg-Handewitt, sum vann við átta málum

29-ára gamli havnarmaðurin legði bragdliga fyri og varð næstbesti toppskjútti hjá Flensburg-Handewitt, sum vann við átta málum

2024-03-23 17:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórdystur hevur verið í Bundesliguni seinnapartin, tá THW Kiel tók ímóti Flensburg-Handewitt. Tað verður mett sum tað helst størsta grannauppgerðin (derby) í hondbóltsheiminum - í øllum førum í fremstu týsku røð.

Feløgini hava nú hvør sín føroying, og tað var tann eldri, sum umboðar danska landsliðið, ið vann á heimsins besta unga spælara fyri 2023. 

Les eisini: Elias gevur íblástur til nakrar føroyingar

Jóhan á Plógv Hansen byrjaði ógvuliga væl. 29-ára gamli havnarmaðurin hevði tríggjar skotroyndir fyrstu løtuna og skoraði trygt uppá allar - hann skeyt trý av teimum fyrstu fimm málum hjá gestunum. Síðani brendi Jóhan nøkur skot, har Thomas Mrvka stórbjargað itvey, men samanlagt skoraði høgri vongurin fimm ferðir. Hann var næstbesti málskjútti hjá Flensburg-Handewitt.

Kiel hevði ógvuliga trupult við at fáa spælið at koyra. Elias Ellefsen á Skipagøtu kom á vøllin eftir 11 minuttir og fekk nakað av gongd í. Hann brendi nøkur skot í dystinum, men tók skjótt sakina í egnar hendur og skoraði tvey góð mál. Spælið steðgaði tó uppaftur, Kiel fekk tó bert 10 mál fyri steðgin, og Elias sat á bonkinum fyrstu 18 minuttirnar í 2. hálvleiki - hann kom seint í dystinum innaftur og fekk eitt flott mál og tvey upplegg. Tá var alt tó avgjørt.

[object Object]
Tað var ikki dagurin hjá Eliasi og teimum. Nummar 71 fekk eisini eina útvísing, eftir at hann brúkti seg, tí at teknisk villa (bein) varð dømt ímóti honum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heimaliðið fekk nakað av glið á í byrjanini av 2. hálvleiki, har tað varð 17-18, men so fór Flensburg-Handewitt frá. Spælið var sannførandi, verjan var sterk, og Kevin Møller hevði ein góðan dag í málinum. Sum heild settu nógvir danir dám á hjá útiliðnum, sum vann trygt: Við átta málum. Útiliðið skoraði tjúgu ferðir eftir steðgin.

Harvið hevur Flensburg-Handewitt vunnið báðar dystirnar móti Kiel í ár, og hetta var fyrsti sigur hjá felagnum í Wunderino Arena í seks ár. Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg eru á 3. plássi, Fimm stig eru nú niður til Kiel, sum er á 5. plássi, og fýra stig eru upp til Hákun West av Teigum og Füsche Berlin, sum er oddalið í Bundesdeildini. Füsche vann greitt á Rhein Neckar Löwen hóskvøldið.

[object Object]
Topp-fimm í Bundesliguni. Kiel er framvegis á evropeiskum

Fyri Kiel var hetta ein ógvuliga tungur dagur. At tapa so greitt á heimavølli móti arvafíggindunum og við so skinklandi avriki er ein stórur smeitur. Kappingarárið í Bundesdeildini hevur ikki verið serliga gott, og Kiel er langt fá at endurvinan týska meistaraheitið, umframt úti av steypakappingini. Tað er í Champions League, at stórfelagið skal finna stóra úrslitið í ár. Har eru Elias og teir beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar, sum veðra spældar í apríl.

THW Kiel - Flensburg-Handewitt 25-33 (10-13)

Elias Ellefsen á Skipagøtu: 3 mál og 3 upplegg
Jóhan á Plógv Hansen: 5 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder