Kappingarárið 2022 er endað, og medaljur og steyp eru komin í hús hjá 14 av teimum 18 feløgunum, ið eru partur av Fótbóltssambandi Føroya. Og sum heild gekk væl at avgreiða allar kappingarnar, sum FSF hevur skipað fyri í ár.
Longu seinasta vikuskiftið í februar var Stórsteypadysturin hjá monnum á skránni, og síðan varð spælt uttan íhald til síðst í oktober, tá steypavinnararnir hjá bæði kvinnum og monnum vórðu funnin á Tórsvølli við yvir 4.000 áskoðarum.
Við ellivu heiðursmerkjum hvør vunnu HB og Víkingur flest medaljur í 2022. Tey í reyðum og svørtum í Gundadali vunnu seks gull, tvær silvur og tríggjar bronsu, meðan liðið úr Gøtu og Leirvík vann fimm gull, fýra silvur og tvær bronsu.
Klaksvíkingar, sum aftur í ár vunnu bæði Betri Deildina hjá monnum og Betri Deildina hjá kvinnum, fóru avstað við fýra gull, fýra silvur og tveimum bronsu.
Samlaða heiðursmerkjabýtið fyri lands- og steypakappingar 2022 sæst her.
Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald