Hondbóltur

Flest steypagull fór til Hoyvíkar

17 steypafinalur, umframt eitt serstakt finalutiltak við Eydnudeildini, vóru á skránni í Høllini á Hálsi um vikuskiftið. Síðsta steypafinalan - tann hjá kvinnunum - verður leikt leygardagin 19. mars.

H71 og Neistin spældu í finaluni hjá dreingjum 12 (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

H71 og Neistin spældu í finaluni hjá dreingjum 12 (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2022-02-22 14:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum bak. Heili 17 finalur vórðu leiktar - har fleiri vóru sera spennandi - og harafturat var eisini eitt serstakt finalutiltak við Eydnudeildini, sum eydnaðist sera væl, skrivar Hondbóltssamband Føroya

- Stóri sigursharrin av finaluvikuskiftinum var aftur H71, sum vann finaluna hjá monnum, umframt D18, D16, G14, D12, G10, G10B.

Neistin vann G18, D14 og D10. ÍA vann D14B og D10B, Kyndil vann G16. VÍF vann G14B. StÍF vann G12. Tjaldur vann D12B

Harvið fóru sjey steyp til Hoyvíkar, og eitt kann enda har afturat 19. mars. Útsett kvinnufinalan millum H71 og Kyndil verður leikt tá.

Steypavinnarar 2022:

Menn: H71 – Neistin 28-12
Dagsins leikari: Pauli Jacobsen (H71)

G18: Neistin – H71 29-21
Dagsins leikari: Maria P. Nólsoy (Neistin)

D18: H71 – VÍF 36-31
Dagsins leikari: Rókur Ziskason (H71)

G16: Kyndil - H71 34-24
Dagsins leikari: Jóhanna Wang Jacobsen (Kyndil)

D16: H71 – StÍF 32-21
Dagsins leikari: Haraldur Karlsson (H71)

G14: H71 – VÍF 17-16
Dagsins leikari: Rakul Joensen (VÍF)

G14B: VÍF b – EB 22-18
Dagsins leikari: Kristina Kristleifsdóttir (EB)

D14: Neistin – H71 23-22
Dagsins leikari: Magnus Kragesteen (Neistin)

D14B: ÍA – EB 33-28
Dagsins leikari: Torkil S. Dahl (EB)

G12: StÍF – Neistin 17-16
Dagsins leikari: Miriam Danielsen (StÍF)

G12B: H71 b – StÍF b 23-10
Dagsins leikari: Sofía Bárðadóttir (H71)

D12: H71 – Neistin 21-16
Dagsins leikari: Árni Lassen (Neistin)

D12B: Tjaldur b – Kyndil 13-12
Dagsins leikari: Rósing Toyt (Tjaldur)

G10: H71 – Neistin 11-10
Dagsins leikari: Birita Áradóttir á Borg (H71)

G10B: H71 b - EB 13-8
Dagsins leikari: Jóna Joensen (H71)

D10: Neistin – StÍF 16-8
Dagsins leikari: Hákun Samuelsen (Neistin)

D10B: ÍA – H71 b 15-12
Dagsins leikari: Kristian Ólavur Pállsson (H71)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder