Annað

Fleyr á finalukós eftir sigur á TB

Við 3-0 sigri á TB kom Fleyr eitt stórt fet nærri FM-finalunum ímóti SÍ, men enn eru allar súðir kortini ikki syftar, tí Fleyr hevur framvegis tríggjar dystir eftir at spæla, og TB fimm.

2023-03-19 18:50 Author image
Innsent
placeholder

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Fleyr-TB 3-0 (25-23, 25-9, 25-22)

Við 3-0 sigri á TB kom Fleyr eitt stórt fet nærri FM-finalunum ímóti SÍ, men enn eru allar súðir kortini ikki syftar, tí Fleyr hevur framvegis tríggjar dystir eftir at spæla, og TB fimm.

Fyrsta settið í dystinum í dag var serliga spennandi, har TB hevði verið aftanfyri, men fór framum miðskeiðis í settinum og var á odda 23-22, men Fleyr vann kortini 25-23. 

Í øðrum setti var TB fyri ongum og tapti 25-9, og líkt var eisini til, at Fleyr skuldi vinna triðja settið lættliga, tá støðan gjørdist 19-14, men TB mentist aftur og fór framum 20-19 í einum høggi. Fleyr helt tó høvdið kalt og vann 25-22.  

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur: 

Lið Stig / (Dystir)
SÍ 39 / (14)
Fleyr 34 / (15)
TB 27 / (13)
Mjølnir 17 / (13)
Dráttur 15 / (15)
KÍF 9 / (15)
Ternan 9 / (15) 

Hvussu kann TB so framvegis koma í í FM-finalurnar? Vinnur TB trý stig í sínum írestandi dystum ímóti Mjølni (tvær ferðir), Ternuni og Drátti, men einki fær ímóti SÍ, so endar TB á 39 stigum. Vinnur Fleyr trý stig í sínum trimum írestandi ímóti, Mjølnir og KÍF, men einki fær ímóti SÍ, so endar Fleyr á 40 stigum. Tað merkir so statt, at skal TB í FM-finalurnar, so skal Fleyr snáva ímóti Mjølni ella KÍF. Men tað er ikki óhugsandi, tí Fleyr hevur havt ávísar trupulleikar ímóti báðum av teimum, og hevur tvær reisur við neyð og deyð vunnið 3-2.  

Og so er ein annar møguleiki. Vinnur TB á oddaliðnum SÍ – og fær trý stig allar hinar fýra dystirnar – so fær TB finaluplássið, um ikki eisini Fleyr vinnur á SÍ. Vit sóu í hálvfinalunum í steypakappingini, hvussu nær TB var, men tapti javnbrótaran 15-12.

Írestandi dystirnir hjá TB: Mjølnir (úti), Ternan (heima), SÍ (úti) Mjølnir (úti), Dráttur (úti) 

Írestandi dystirnir hjá Fleyr: Mjølnir (úti), KÍF (úti), SÍ (heima)

--------

Tveir aðrir dystir vóru í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum um vikuskiftið. Í dag vann Dráttur á heimavølli 3-2 á Ternuni, sum annars hevði vunnið tey bæði fyrstu settini. Og í gjár vann Mjølnir sín fjórða sigur á rað við 3-1 sigri á KÍF í Kollafirði. 

Dráttur – Ternan 3-2 (23-25, 26-28, 25-19, 25-19, 15-12)

KÍF-Mjølnir 1-3 (10-25, 26-24, 21-25, 15-25)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder