Annað

Fleyr er føroyameistari í flogbólti fyri gentur 16

Fleyr-SÍ: 3-1 (25-17, 19-25, 25-22, 26-24).

2023-03-26 10:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð FM-finalan fyri gentur 16 í flogbólti leikt á Tvøroyri, og føroyameistari 2022/2023 er Fleyr. Hetta var greitt eftir at tær vunnu 3-1 á SÍ.

Talan var um tættan, spennandi og rættuliga vælleiktan dyst við góðum álopsspæli.

Fyrst í mars vann Fleyr steypafinaluna - eisini í einum sera tøttum dysti ímóti SÍ, so nú eru Fleyr greipuvinnarar.

Við Thirzu Tarazona Becerra, sum eisni fær nakað av leiktíð á besta kvinnuliðnum hjá Fleyr í Føroya Tele deildini, hevur Fleyr ein ungan leikara í serflokki. Thirza skaraði serliga framúr í álopspartinum, har hevarin brúkti hana í øllum truplum støðum, og so eisini við sera góðum servum.

Venjarin hjá Fleyr, Iuliia Kuvsinova, stóð í dag yvirfyri sínum gamla venjara Rajko Petrovic og hon man eisini hava verið sera nøgd við gongdina í dystinum.

Dagsins leikari fyri Fleyr varð Thirza Tarazona Becerra og dagsins leikari fyri SÍ varð Sára Kambskarð.

[object Object]

Allir dystirnir síggjast á Rás 1 á Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder