Annað

Fleyr fær leikandi venjara úr Bosina & Herzegovina

Besta mansliðið fær nýggjan venjara til komandi kappingarár.

2018-08-23 12:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleyr hevur gjørt eitt ára sáttmála við 30 ára gamla Slavisa Tomic úr Bosnia.

Slavisa Tomic hevur spælt flogbólt í bestu deildini í Bosnia í fleiri ár og hevur harumframt verið venjari hjá ungdómsliðum í heimbýnum, Zvornic. Hann er útbúgvin ítróttarlærari og hevur m.a. arbeitt á flogbóltsskúla.

Komandi kappingarár kemur Slavisa at verða leikandi venjari hjá besta mansliðnum hjá Fleyr og kemur harumframt at venja flestøll dreingjaliðini hjá felagnum.

Fleyr vónar, at útlendski venjarin kann viðvirka til, at fleiri dreingir og menn í høvuðsstaðnum fáa hug at spæla flogbólt, og at besta mansliðið og dreingjaliðini fáa neyðugan styrk. 

Slavisa Tomic kemur til Føroyar í vikuni og byrjar at venja í komandi viku. "Vit vóna, at vit øll, bæði sum felag, einstaklingar og sum samfelag kunnu gera okkara til, at hann kemur at trívast í felagnum og í Føroyum", sigur Doris Bjarkhamar, forkvinna í Fleyr.

Fleyr hevur frammanundan gjørt sáttmála við Kristian Mikkelsen at venja bestu kvinnuliðuni í felagnum. Fleyr fer um mánaðarskiftið á venjingarlegu á Eiði, og verður hetta umframt venjing eitt samansjóðingartiltak, har allir limir felagsins luttaka. Fyrsta flogbóltskappingin fyri vaksin er um 4 vikur, tá FK-kapping fyri eldri lið verður í Havn, og tí ræður um at koma í góða venjing nú.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder