Føroya Tele-deildin, kvinnur
Í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum heldur kapprenningin millum Fleyr og TB fram um rættin at møta SÍ í FM-finalunum.
Fleyr hevur munin, sum er, men TB vónar at Fleyr snávar ímóti Mjølni í Klaksvík leygardagin. Tað hevur Fleyr gjørt fyrr í ár, tá Fleyr misti stig ímóti Mjølni á heimavølli, so alt kann henda. Mjølnir vísti eisini rættiliga styrki í Trongisvági fyri einari viku síðani, har TB eftir tógvið stríð vann 25-15, 26-24 og 28-26. Áðrenn hetta tapið hevði Mjølnir vunnið fýra dystir á rað.
Sunnudagin tekur TB ímóti Ternuni í Trongisvági. Ternan hevur ikki verið eiðasør í seinastuni og hevur fingið átta stig í seks teimum seinastu dystunum, so er TB ikki tendrað, kann Ternan bíta frá sær.
Í Sørvági verður oyggjaruppgerð leygardagin, tá oddaliðið SÍ tekur ímóti Drátti, sum liggur á fimtaplássi.
Støðan í Føroya Tele-deildini hjá kvinnum:
Lið Dystir/ Stig / (Settmunur)
SÍ 14 / 39 / (34)
Fleyr 15 / 34 / (22)
TB 14 / 30 / (14)
Mjølnir 14 / 17 / (-9)
Dráttur 15 / 15 / (-14)
Ternan 15 / 9 / (-23)
KÍF 15 / 9 / (-24)
Liðini spæla 18 dystir í landskappingni, og síðan spæla nr. 1 og 2 fm-finalur.
Dystir:
Leygardagin 1. apríl: SÍ-Dráttur Kl. 14.00
Leygardagin 1. apríl: Mjølnir-Fleyr Kl. 17.00
Sunnudagin 2. apríl: TB-Ternan Kl. 14.30
Allir dystirnir verða stroymdir í Televarpinum á https://sg.tv.fo/ras/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald