Annað

Fleyr vann stórsteypið hjá kvinnum - SÍ vann hjá monnum

Fleyr vann móti greipuvinnaranum frá í fjør, og SÍ vann móti føroyameistaranum.

(Mynd: Flogbólssamband Føroya)

(Mynd: Flogbólssamband Føroya)

2024-09-07 20:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórsteypadystur, kvinnur:
Dráttur – Fleyr 0-3 (8-25, 8-25, 15-25)

Í kvinnudystinum var eingin spenningur yvirhøvur; og Fleyr vann lættliga 3-0. (25-8, 25-8, 25-15).

Dráttur, sum vann greipuna seinasta kappingarár, hevði fáar leikarar eftir av teimum, sum spældu mest tá, meðan Fleyr ikki hevur mist tað nógva fólkið.

Settúrslitini í dag tala fyri seg, og í fyrsta settið legði Fleyr seg á odda 12-3, áðrenn settið varð vunnið 25-8. Bæði í øðrum og triðja setti vann Fleyr seg upp á 7-0, áðrenn Dráttur yvirhøvur fekk stig.

Landskappingin hjá kvinnum, sum nú eitur Hotel Djurhuus-deildin, byrjar 22. september.

Stórsteypadystur, menn:
Mjølnir – SÍ 0-3 (24-26, 16-25, 7-25)

Í mansdystinum vóru tað steypavinnararnir úr SÍ, sum vunnu 3-0 á føroyameistarunum úr Mjølni. Spenningur var bara í fyrsta setti, sum SÍ vann 26-24. Í hinum báðum settunum var rættiligur avsmurningur.  Av teimum seinastu 13 stigunum í triðja setti vann SÍ tey 12.

Hjá SÍ hevur póllendingurin Mateusz Pazgan, sum í fjør spældi við Mjølni, loyst leikandi brasilska venjaran Cristiano Campos av, og haraftrat fer ein annar póllendingur, Jakub Madej, at spæla við SÍ í ár. Hvørgin av teimum var tó við í dag.

Í Mjølni er Boban Ilic í ár venjari, og hann hevur fingið synirnar Vuc og Filip við sær. Phil Freere spælir eisini aftur við Mjølni í ár. Heldur ikki Mjølnir var fullmannað í dag.

Øll inntøka frá dystunum í dag fer til Autismufelagið. Enn ber til at stuðla við eini peningagávu á kontu: 9181 5216933

Landskappingin hjá monnum, sum nú eitur Polestar-deildin, byrjar 22. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder