Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti skal leika tveir dystir í Montenegro. Fyrsti dysturin er ímóti vertslandinum fríggjadagin kl. 17 føroyska tíð, og seinni dysturin verður ímóti Georgia. Hesin seinni dysturin verður leiktur leygardagin kl. 17, føroyska tíð.
Eftir hetta fyrsta umfarið í Silver Leauge fara føroysku kvinnurnar til strandarbýin Budva, har tær verða í venjingarlegu nakrar dagar. Ítróttarliga og fíggjarliga er hetta ein betri loysn enn at ferðast heimaftur til Føroyar, tí longu hósdagin 23. mai, skulu kvinnurnar verða í Luksembourg, har næsta umfarið í Silver League verður.
Í Luksembourg, leika kvinnurnar fyrsta dystin fríggjadagin 24. mai ímóti Luksembourg. Dagin eftir leika kvinnurnar ímóti Ungarn, og ferðast síðani heimaftur sunnudagin 25. mai.
Fríggjadagin 7. juni spæla kvinnurnar síðsta dystin í innleiðandi umfarinium, og tað verður á heimavølli í Havn ímóti Finnlandi.
Høvuðsvenjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Christian Imhoff, og hjálparvenjarin, Baca Djurovic, hava úttikið hendan bruttohópin til hesi trý umførini í Silver League:
Jóhanna Christiansdóttir (1), TB
 Janna Falkvard (3), Ikast KFUM
 Anja Sonnadóttir Danielsen (4), Fleyr
 Kristina Knudsen (5), Fleyr
 Henrikka Wang Jacobsen (6), Dráttur
 Anna Arnholdsdóttir (8), Mjølnir
 Sirið Hanusardóttir Samson (9), Mjølnir
 Sesilia Johndóttir Prior (10), KÍF
 Jakobina Joensen (11), Ikast KFUM
 Hanna Andriasardóttir Olsen (12), Fleyr
 Rebekka Osberg Højsted (13), Mjølnir
 Ingibjørg Sigridardóttir Muller (14) Ikast KFUM
 Elsa Samuelsen (15), KÍF
 Nicola Toftegaard (16), Mjølnir
    
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald