A-landsliðið hjá monnum í flogbólti fór í morgun avstað við flogfarðinum hjá Atlantsflog til Danmark og síðani seinnapartin víðari til Tallinn í Estlandi, har teir í morgin kl. 16, føroyska tíð leika móti Estlandi.
Fyrsti heimadystur í eini EM undankapping fyri A-landslið nakrantíð var mikukvøldið, har Føroyar tapti 3-0. Eftir hetta tapið, skulu mennirnir í morgin aftur í eldin móti sterka liðnum frá Eslandi og skulu royna at roysa seg aftur.
Fyri at fáa fleiri stig og møguliga vinna eitt sett, skulu móttøkurnar og servirnar í fyrstu atløgu verða munandi betri, sigur Jens Bang, høvuðsvenjari hjá Føroyska liðnum. Umframt hetta er neyðugt at verða neyvari tá blokkurin verður settur móti sera høgu og sterku Estisku leikarunum. Í teimum tvídystunum har vit gjørdu tingini røtt í heimadystinum, varð týðuligt at vit í ávísan mun hava møguleika at leika upp ímóti sterku professionellu leikarunum úr Estlandi, sum hava sína dagligu gongd í sterku kappingunum í Evropa og Suðuramerkia, sigur Jens Bang víðari.
Føroyska liðið er manna við sama hópi, sum leikti heimadystin móti Estlandi:
Stefan Rosenlund
Bjarni Joensen
Filip Ilic
Mattias N. Isaksen
Thorvald Danielsen
Áslakur P. Holm
Tróndur H. Hansen
Trygvi á Brekkukletti
Jóhan Arni Elisson Wang
Teitur Eliasen
Niels Niclasen
Silas Poulsen
Símun H. Poulsen
Dysturin verður leikur í morgin, leygardagin kl. 16 í Kalev Sporthall í Tallinn og dysturin verður vístur á Eurovolley.tv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald