Føroyar – Belgia 0-3 (16-25, 16-25, 20-25)
Í síðsta EM-undankappingardystinum í hesari kappingini, sum var ímóti Belgia, fingu Føroyar í kvøld sítt besta úrslit.
Gamaní, av tí at Belgia longu hevði vunnið seg í EM-endaspælið, var liðið mannað við nógvum av teirra ungu monnum og teimum, sum sita nógv á beinkinum, men hóast tað eru teir yrkisspælarar.
Serliga í triðja setti gekk væl, har Føroyar løgdu seg á odda 17-15, og Belgia kendi seg noytt til at seta onkran av sínum bestu spælarum á vøllin fyri ikki at tapa settið - tað hevði verið snópisligt ímóti Føroyum. Belgia fekk eisini yvirtakið aftur og vann settið 25-20.
Men 20 stig í einum setti er tað mesta, Føroyar hava fingið í allari kappingini, og við 16 í hinum báðum settunum verður latið væl at í føroysku leguni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald