Annað

Flogbóltssambandið stegðar samstarvi við danskar venjarar

Orsøkin til at samstørvini enda er í høvuðsheitum eitt ynski um, at venjararnir í størri mun eru búsitandi í Føroyum.

(Mynd: CEV)

(Mynd: CEV)

2022-09-15 14:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nevndin í Flogbóltssamband Føroya hevur gjørt av, at samstarvið við donsku høvuðsvenjararnar hjá ávikavist kvinnum og monnum steðgar. Jens Bang hevur seinasta árið verið høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum, U21 og U19 hjá monnum, ímeðan Lars Engell síðani 2019 hevur verið høvuðsvenjari hjá somu liðum hjá kvinnum.

Orsøkin til at samstørvini enda er í høvuðsheitum eitt ynski um, at venjararnir í størri mun eru búsitandi í Føroyum. Hetta er meira praktiskt og er hartil eisini bíligari. Hetta ynski er vorðið meira átrokandi eftir, at FBF hevur gjørt eina avtalu við FIVB, sum er altjóða flogbótssamgongan, um at FIVB finnur ein ella fleiri serfrøðingar at hjálpa við menning av føroyska landsliðsarbeiðinum. Talan er um sonevndar High Performance Managers, sum FIVB nú fer at stuðla FBF við.

Tí hevur tað eisini týdning, at tann serfrøðin, sum føroyskur flogbóltur fær burtur úr hesum verður verðandi eftir í Føroyum - bæði á leikarasíðuni men eisini á venjarasíðuni.

FBF hevur gjørt eina avtalu við Boban Ilic, sum hevur verið búsitandi í Føroyum seinastu 22 árini, um at taka yvir sum høvuðsvenjari hjá monnum. Boban var áður hjálparvenjari hjá monnunum saman við Christian Imhoff. Christian Imhoff heldur áfram sum hjálparvenjari hjá monnunum. 

Leitað verður nú eftir einum venjaratoymi til kvinnurnar, har Kristian Mikkelsen higartil hevur verið hjálparvenjari. Kristian fer í fyrstu syftu at átaka sær at hjálpa við teimum uppgávunum, sum liggja fyri framman, tá U17 og U19 liðini hjá kvinnum skulu luttaka í NEVZA kappingunum í ávikast Danmark og Finnlandi í oktobur mánaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder