Annað

Flogbóltur: Aleksandar Boricic afturvaldur til forseta í CEV

Árligi aðalfundurin hjá evropeisku flogbóltssamgonguni er í Wien í hesum døgum – Í gjár varð Boricic afturvaldur sum forseti.

Jónley Poulsen, næstforkvinna í Flogbóltssambandi Føroya, er føroyska umboðið í Wien. Hon stendur her høgrumegin Aleksandar Boricic, sum er nr. 2 frá vinstru (Mynd: CEV)

Jónley Poulsen, næstforkvinna í Flogbóltssambandi Føroya, er føroyska umboðið í Wien. Hon stendur her høgrumegin Aleksandar Boricic, sum er nr. 2 frá vinstru (Mynd: CEV)

2020-10-17 14:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á árliga aðalfundinum hjá CEV - evropeisku flogbóltssamgonguni, sum er í hesum døgum í Wien, var forsetaval í gjár. Valið stóð ímillum sitandi forseta Aleksandar Boricic og avbjóðaran Hanno Pevkur úr Estlandi.

Helst ongantíð hevur so hart valstríð verið til eitt forsetaval í CEV. Av tí sama var spenningurin eisini stórur, tí væntað var, at tað fór at gerast ógvuliga tætt ímillum valevnini, skrivar Flogbóltssambandið.

Tá ið avtornaði, var tó ikki so tætt, tí Aleksandar Boricic fekk 36 atkvøður og Hanno Pevkur fekk 19. Sostatt er greitt, at Aleksandar Boricic, sum vitjaði í Føroyum í februar, er afturvaldur og er forseti í CEV næstu 4 árini.

CEV forsetin vitjaði í Føroyum í vár í sambandi við steypafinalurnar og frímerkjaútgávuna hjá Posta í sambandi við, at flogbólturin gjørdist 125 ár.

Valúrslitið vísir, at Aleksandar hevur stóra undirtøku frá limalondunum, men hann fær samstundis eina stóra uppgávu í at savna ymisku áskoðanirnar, sum eru komnar til sjóndar í valstríðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder