Annað

Flogbóltur: Átta steypafinalur spældar í gjár

Byrjað var við gentur 14, og endað var við kvinnuunglingum leygarkvøldið.

2026-02-08 17:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu átta steypafinalur spældar hjá teimum yngru liðunum í Kollafirði.

Byrjað var við gentur 14, og endað var við kvinnuunglingum.

Gentur 14 Bólkur 1: SÍ-Mjølnir (25-11 25-14)
Tað var eingin yvi um hvat var betra liðið í fyrsta dystinum til steypafinalurnar fyri yngri leygardagin, sum verða spældar í Kollafirði um vikuskiftið.

SÍ skaraði framúr, við góðum mótøkum, smash og tryggum servum. Mjølnir stríddist við mótøkunum og høvdu fleiri tekniskar feilir.

[object Object]

Dreingir 17: Ternan - ÍF (25-16 25-18)
Í steypafinaluni hjá dreingjum 17 var tað ein finala, har tað var munur á liðunum bæði í aldur og styrki. Ternan hevur vunnið allar sínar dystir í landskappingini. Dreingirnir hjá ÍF spældu væl og góvu Ternuni mótstøðu.

[object Object]

Gentur 12: Dráttur - Sí (24-26 25-12 15-13)
Steypadysturin millum hjá gentur 12 Dráttur og SÍ, var ein grannauppgerð í háspenningi. Tað var stuttligt at síggja hvussu væl bæði liðini verðuliga kempa fyri hvørjum bólti.

Í fyrsta settið vóru Dráttur genturnar frammanfyri nærum alt settið, men til seinast megnaði SÍ at toga seg inn í settið og vann 24-26.

Seinna settið var ørðvísi. Her hevði Dráttur munin og vann 25-12. Triða og seinasta settið var sera spennandi og fylgdust bæði liðini allatíð. Til seinast megnaði Dráttur at fara avstað við sigrinum.

[object Object]

Dreingir 12: SÍ - TB (25-16 25-15)
Í steypafinaluni hjá dreingjum 12 møttust SÍ og TB. Hetta eru lið, sum bæði hava sterkar spælarar.

Tíverri fyri TB kom ein av bestu leikarunum til skaða. Hetta merktist væl á TB liðnum.

Sí vann dystin greitt 2-0.

[object Object]

Gentur 14 Bólkur 2: Ternan - TB (15-25 20-25)
Í steypafinaluni hjá gentum 14 bólki 2, møttust Ternan og TB.

TB var klárt tað betra liðið og tað sást aftur í álopunum.

Í øðrum setti gjørdi TB fleiri óprovikeraðar feilir og tekniskar feilir, samstundis, sum Ternan servaði ser væl.

Hetta gjørdi, at Ternan hálaði seg inn aftur í dystin, men tað var ikki nokk til at vinna dystin.

TB vann dystin greitt 2-0.

[object Object]

Dreingir 14: TB-SÍ (25-16 25-19)
Í steypafinaluni hjá dreingjum 14, vóru tað tvey óguliga ymisk lið, sum møttust.

TB leikarirnir vóru stabilt góðir og klárt tað betra liðið og tað sást aftur í bæði álopum og servum.

[object Object]

Gentur 16: SÍ - KÍF 2-0
Steypafinalan hjá gentum 16 í millum Sí og KÍF, var en uppgerð ímillum tvey lið, sum vildu vinna.

Tekniskt eru bæði liðini sterk. SÍ hevði serliga góð álop, ímeðan KÍF hevði góðar mótøkur.

KÍF manglaði góð álop fyri at av álvara bjóða SÍ av.

[object Object]

Kvinnuunglingar: Mjølnir - Sí (25-16 28-26)
Steypafinalan hjá kvinnuunglingum, var ein finala við serligari góðsku.

Mjølnir vóru serliga góðar frammi við netið, har Maria Theresa var klár í blokkinum og straffaði við góðum smasjum.

Í øðrum setti, servaði Heiðrun Sunadóttir Fjallsbak, frá Fleyr góðar og avbjóðandi servir, sum vendi dystinum í evstu løtu. Mjølnir stóð annars til at vinna dystin greitt.
Fleyr gav Mjølnir harða mótstøðu til tað síðsta.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder