Føroya Tele-deildin, kvinnur:
KÍF – Fleyr 0-3 (21-25, 18-25, 15-25)
Oddasessurin skiftir ofta í hesum døgum, og eftir at Dráttur vann oddasessin frá Fleyr sunnudagin, er Fleyr aftur ovast nú eftir sigur á KÍF í gjárkvøldið. Fleyr hevur tó leikt tveir dystir meira enn Dráttur.
Tað var tó ikki uttan svørðsslag, at Fleyr tók oddasessin, tí KÍF bardi væl frá sær í fyrsta setti og lá leingi á odda. Hóast Fleyr fór framum 13-10, eftir at Óluva Mohr mitt fyri hevði langað nakrar bóltar í gólvið, so kom KÍF afturíaftur eftir leikbrá, og vann fýra stig á rað, har Milja Silvansdóttir átti fleiri av vinnarasløgunum, og seinni fór KÍF eisini framum 20-18. Men so kom stígur í, og Fleyr vann næstu fimm stigini, og so var settið næstan tryggjað. Settbóltin bukdraði Hanna Andriasdóttir Olsen í gólvið.
Eftir hetta var eingin spenningur í dystinum. Frá 3-3 í øðrum setti legði Fleyr seg á odda 11-4, sum endaði 25-18. KÍF fylgdi heldur betur við í triðja setti og var bara aftanfyri 12-14, men eftir hetta vann KÍF bara trý stig aftrat, og Fleyr vann 25-15.
Sunnudagin vitjar KÍF á Giljanesi, og vinnur Dráttur tann dystin, so verður Dráttur aftur nr. 1 í deildini.
Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Nr. | Lið | Dystir | Stig |
1 | Fleyr | 6 | 13 |
2 | Dráttur | 4 | 11 |
3 | KÍF | 4 | 6 |
3 | TB | 4 | 6 |
3 | SÍ | 4 | 6 |
6 | Mjølnir | 4 | 3 |
7 | Ternan | 4 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald