Í hesum døgum er føroyska U19-landsliðið í flogbólti – gentur – í evropeiskari smálandakapping í Íslandi, og fekk føroyska liðið eina avbera góða byrjan.
Tá Føroyar spældu teirra fyrsta dyst, sum var móti Malta í gjárkvøldið, vunnu føroysku genturnar 3-0. Settini endaðu 25-8, 25-7 og 25-7.
Malta kom annars best frá byrjan og kom á odda 3-0, men eftir hetta fingu tær ikki eitt bein til jørðina. Føroyska liðið var klárt betri á øllum plássum, og vónirnar til næsta dystin eru eisini góðar, tá liðið skal spæla ímóti Gibraltar klokkan 18,00 í dag, skrivar Flogbóltssambandið.
Dysturin kann stroymast á YouTube-rásini hjá Íslendska Flogbóltssambandinum her.
Dystarskráin fyri restina av smálandakappingini í Íslandi fyri U19-gentur er henda:
Leygardag 4. sep. kl. 15.00 Malta – Ísland
Leygardag 4. sep. kl. 18.00 Gibraltar – Føroyar
Sunnudag 5. sep. kl. 15.00 Malta – Gibraltar
Sunnudag 5. sep. kl. 18.00 Ísland – Føroyar
Føroyska liðið
Fleyr: Vár Rajani Færø (10), Hanna Iansdóttir Biskupstø (1), Helena Skylv Hansen (3)
SÍ: Sofía Weihe Simonsen (2), Janna Falkvard (7), Inga Helena Henriksen (14), Eva Gunn Niclasen (08)
KÍF: Milja Silvansdóttir (9), Marta Fagrakeltt (15), Jakobina Joensen (11)
Mjølnir: Anna Arnholdsdóttir (5)
Dráttur: Henrikka Wang Jacobsen (6)
Venjari: Lars Engell
Føroyskur dómari í kappingini: Dávið Hentze
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald