Annað

Flogbóltur: U18-landsliðið við gentum til Kekkia

12 leikarar eru úttiknir til landsliðið, sum skal spæla ímóti Kekkia, Kroatia og Ukraina.

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya/Facebook)

(Mynd: Flogbóltssamband Føroya/Facebook)

2026-03-20 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í januar vann U18 flogbóltslandsliðið við gentum seg víðari í EM-undankappingini og skal nú til Kekkia til aðru undankappingina.

Í fyrstu undankappingini í Dublin í januar gjørdist liðið nummar tvey og skal tí frá 26. til 28. mars spæla ímóti Kekkia, Kroatia og Ukraina.

Dystirnir verða í Kutna Hora, sum liggur áleið 100 km frá Prag í Kekkia, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Annar partur av undankappigini er skipaður í fimm bólkum, har Føroyar er í bólki D. Teir fimm vinnararnir av bólkunum og fýra teir bestu tveyararnir fara víðari til EM-endaspælið, sum verður í Lettlandi og Litava í juli.

12 leikarar eru úttiknir til kappingina í Kekkia. Teir eru:

  • Edna Henriksen, SÍ
  • Gunn Gaardlykke, Dráttur
  • Børka Jákupsdóttir, Fleyr
  • Bylgja Holm, Fleyr
  • Marjun á Mýrini, Ikast KFUM
  • Anna Katrina í Haraldstovu, SÍ
  • Halla Haraldsen, SÍ
  • Josefina Ingibjørg Fjallsbak, SÍ
  • Ruth Berg Jespersen, TB
  • Marjun Blástein, B71
  • Maria Hovgaard, KÍF
  • Petra Panic, Dráttur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder