Í morgun fara føroysku U19-flogbóltslandliðini til Kuortane í Finnlandi at dystast í Nevza-kappingini. Hetta er ein árlig kapping fyri Norðurlond og Ongland.
Krútsterk mótstøða
Eins og í U17-kappingini, ið júst hevur verið, koma føroysku liðini upp ímóti ógvuliga sterkari mótstøðu. Genturnar eru í bólki við Finnlandi, Onglandi og Danmark, og dreingirnir eru í bólki við Noregi og Svøríki. Bara nr. 1 og 2 spæla seg víðari til hálvfinalurnar. Hini liðini savnast í nýggjum bólki at dystast um 5. – 7. plássið.
FM 1 sendir beinleiðis
Fyrstu dystirnir eru á skránni fríggjadagin. Tá spæla dreingirnir báðar dystirnar í bólkaspælinum. Fyrst ímóti Svøríki klokkan 12 og so ímóti Noregi klokkan 16
Genturnar spæla ímóti Danmark klokkan 10 og ímóti Finnlandi klokkan 14.
Flestu dystirnir verða sendir beinleiðis á FM1.
Tey, sum manna liðini eru hesi:
U19 gentur
Janna Falkvard, Hanna Iansdóttir Biskopstø, Barbara Káradóttir Durhuus, Elsa Samuelsen, Sára Maria Johansen, Sesilia Johnsdóttir Prior, Bjørk Nolsøe Isaksen, Eva Gunn Niclasen, Jakobina Joensen, Zoe Dickson, Sára Rannváardóttir Vatnhamar, Vár Rajani Færø
U19 dreingir
Julian Vest Niclasen, Jónfinnur Jógvansson Hansen, Ragnar Weihe, Hákun Heinason Weihe, Mattias Nolsøe Isaksen, Jón Weihe Simonsen, Dávið Hentze, Hjørtur Joensen, Ari í Haraldsstovu Petersen, Jógvan Gøthe Magnusson, Bjarni Joensen, Tórur Gunnarson Højsted
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald