Fótbóltur

Flogfarið við Lech Poznan-hópinum farið til Bergen

Mest fylgda flogfarið á Flightradar í løtuni skuldi annars lenda í Føroyum um hetta mundið. Tað røkist minni og minni fyri Europa League-dysti á Tórsvølli í kvøld.

Eftir at hava flogið í ring vestanfyri Noreg eina góða løtu, hava teir í pólska ferðalagnum nú kósina inn til Bergen at bíða (Mynd: flightradar24.com)

Eftir at hava flogið í ring vestanfyri Noreg eina góða løtu, hava teir í pólska ferðalagnum nú kósina inn til Bergen at bíða (Mynd: flightradar24.com)

2026-08-13 10:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað at lenda í Føroyum við leiguflogfari dagin fyri ein evropeiskan dyst, sær ikki út til at rigga serliga væl hetta summarið.

Hóast rutuflogførini eru lend í Vágum í dag, sær út til at vera mett, at Boing-leiguflogfarið hjá Lech Poznan ikki hevur serliga góðar fyritreytir fyri at lenda.

Sí eisini: Nú lenda flogfør aftur - pólska liðið farið úr Poznan

Tað fór úr Póllandi sum ætlað, beint eftir klokkan átta okkara tíð. Men eftir at hava flogið í ring vestan fyri Noreg eina góða løtu - mest sannlíkt fyri at bíða eftir betri líkindum í Vágum - valdi tað at fara til Bergen.

[object Object]

[object Object]Myndir: flightradar24.com

Sambært heimasíðuni, verður einki annað flogfar í heiminum verður fylt í so stóran mun, sum leiguflogfari hjá Comlux Malta. 

Spurningurin er, um tað fær settt seg í Føroyum í dag - í gjár fóru póllendingar ikki eingongd úr Póllandi. Nú verður farið inn til Bergen at bíða.

Dysturin millum KÍ og Lech Poznan stendur at byrja klokkan 18.30 á Tórsvølli. Tað er sum skilst gjørligt at útseta dystin til seinni í kvøld, um so teir hjá Lech Poznan lenda seinnapartin.

Annars fer UEFA at útseta dystin til í morgin, fríggjakvøldið. Og so mugu broytingar gerast í heimligu kappingini.

Dagført: 10.57

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder