Taptu 1-0 á útivølli móti besta liðnum í bólkinum, og Grikkaland skoraði við brotssparki
Fyrstu dystur hjá Føroyum í C3 bólkinum í EM-undankappingini varð spældur á Kreta í kvøld.
Har tók Grikkaland ímóti - hægst styrkismetta liðið í bólkinum. Føroyar stríddust væl ímóti, men fingu tó ikki stig burturúr.
Heimaliðið hevði heldur torført við at skapa fyri steðgin móti vælskipaða føroyska liðnum, ið eisini hóttu nakrar ferðir hinvegin.
Grikkaland var tó omaná og avgjørdi dystin við brotssparki í 55. minutti. Hetta var einasta málið, ið fór inn hjá Valborg Østerø, sum fekk møguleikan í føroyska málinum. Samstundis eisini einasta málið í dystinum.
Føroyar royndu at bjóða av, men skulu so eftir stigum í Montenegro týsdagin 9. apríl kl. 15:30 í staðin.
1. umfar í EM-undankappingini
Grikkaland - Føroyar 1-0 (0-0)
55’ 1-0 (br.)
Føroyar (3-4-3): Valborg Østerø - Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan og Tórunn Højgaard Joensen - Jensa Tórolvsdóttir, Sunniva Willemoes, Rúna Jacobsen og Ásla Johannesen - Heidi Sevdal, Rebekka Benbakoura og Eyðvør Klakstein.
Hesar komu inn í seinna hálvleiki:
Fridrikka Klementsen, Malena Olsen, Lea Lisberg, Sanna Svaradal
Venjari: Signe Pries Andersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald