Fótbóltur

Flúgva beinleiðis til Molde

Tað verður høgligt hjá KÍ-fjepparum at koma til seinna dystin í Champions League móti norsku meistarunum Molde 15. august. Atlantic Airways fer at flúgva beinleiðis.

KÍ-fjepparar í Göteborg í gjárkvøldið tá KÍ vann á svensku meistarunum eftir brotssparkskapping (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ-fjepparar í Göteborg í gjárkvøldið tá KÍ vann á svensku meistarunum eftir brotssparkskapping (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-03 18:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá KÍ skal til Molde at spæla seinna dystin í triðja umfari í Champions League, verður skipað fyri beinleiðis flogferð úr Føroyum til Molde í Noreg.

Dysturin verður týskvøldið 15. august.

- Fonn Flog skipar fyri bólkatúri í hesum sambandi. Meira kunning kemur seinni, skrivar KÍ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder