
Í apríl skal A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti spæla tveir playoff dystir ímóti Litava um luttøku í HM endaspælinum, sum verður í november og desember í ár
Fyrri dysturin er í Føroyum 9. apríl og seinni dysturin í Litava, sunnudagin 13. apríl.
- Fyri at geva kvinnunum bestu fortreytir og mest møguligan stuðul, fer Atlantic Airways í sambandi við útidystin at flúgva landsliðið beinleiðis til Kaunas – og pláss er fyri fjepparum, sigur flogfelagið.
Flogið verður til Kaunas úr Vágum 11. apríl kl. 17.45 og heim aftur 14. apríl kl. 14.00
Sølan byrjar týsdagin 25. februar.
Dysutrin verður spældur í Jonava, sum er umleið 30 munuttir frá Kaunas, sum flogið verður til. Skipað verður fyri bussflutningi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald