Hondbóltur

Flúgva nú til Skopje

Hondbóltslandsliðið fer á flog úr Billund til Norðurmakedonia um eina løtu.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2024-05-11 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

 Alt bendir á, at tað fer at eydnast at koma til Norðurmakedonia í nóg góðari tíð til playoff dystin í morgin.

Hópurin slapp endiliga við flogfarinum til Billund úr Vágum eftir at mjørki seinasta stóra samdøgrið hevur argað flogferðsluna.

Nú stendur eitt lítið British Airways flogfar klárt í Billund, klárt at flúgva føroyska hópin til norðurmakedonska høvuðsstaðin.

Hópurin verður væntandi í Skopje um 22 tíðina í kvøld. Dysturin móti Norðurmakedonia er í annaðkvøld klokkan 18.

Portalurin er við á ferðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder