2022-06-28 08:34
Tað er kortini flúgvandi við tyrluni í dag.
Sostatt kann ætlanin hjá súkklarunum Jákup Peturi Eliassen og Ken Bærentsen gjøgnumførast eftir ætlan kortini.
Í morgun var annars so tjúkt í mjørka, at ætlanin var at umskipa túrin. Men so varð flúgvandi kortini, og teir báðir tveittu súkklurnar umborð á tyrluna og løgdu leiðina til Fugloyar.
Tyrlan bíðar nú í Kirkju, fyri síðan at flúgva súkklararnar til Syðradals haðani súkklað verður til Trøllanesar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald