Fótbóltssamband Føroya hevur avgjørt at leingja Flytingargluggan við tveimum vikum, so hann í staðin letur aftur mánadagin 27. juli, klokkan 16. Tað skrivar heimasíðan fsf.fo.
Flytingargluggin hjá Fótbóltssambandi Føroya letur upp aftur, og verður opin næstu seks vikurnar, til mánadagin 27. juli, klokkan 16.
Upprunaliga skuldi flytingargluggin lata aftur fríggjadagin 10. juli, men vísandi til fráboðan frá FIFA um møguleikan at broyta tíðarskeiðið vegna korona, hevur FSF tikið avgerð um, at Flytingargluggin í staðin letur aftur mánadagin 27. juli.
Flytingargluggin hjá FSF er opin tvær ferðir um árið, og kann vera opin í 16 vikur tilsamans. Og av tí at Flytingargluggin fyrr í ár bert var opin í 10 vikur, frá 8. januar til 13. mars, var møguligt at leingja seinna tíðarskeiðið við tveimum vikum.
Flytingargluggin er galdandi fyri allar spælarar, 15 ár og eldri, og kunnu spælaraflytingar millum feløg einans fara fram í tíðarskeiðnum, tá Flytingargluggin er opin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald