Fótbóltur

Flytingarvindeygað letur aftur í morgin klokkan 16

Nakrar flytingar kunnu væntast í Betrideildini hjá monnum næsta stóra samdøgrið. Millum annað er Sonni Ragnar Nattestad til 07 Vestur sannlíkt - John Mena hevur skrivað undir við ÍF.

2024-03-14 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at hava verið opið í smáar tveir mánaðar, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur í morgin, fríggjadagin 15. mars klokkan 16:00.

Hetta skrivar fsf.fo og minnir á, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2024, og sum ætla at skifta felag í næstum, skulu fáa hetta avgreitt áðrenn klokkan 16 í morgin.

- Í 2020 vórðu reglurnar í samband við flytan av spælarum millum feløg annars broyttar. Áðrenn tað var flytingarvindeygað bara galdandi fyri spælarar, ið vóru sáttmálabundnir. Men seinastu fýra árini hava hesar reglur verið galdandi fyri øll, gentur og dreingir, kvinnur og menn, sum vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.

Sum vanligt er ein ávísur spenningur, nú seinasta freist nærkast. Serliga tí at Betrideildin hjá monnum júst er byrjað aftur, men nøkur lið tykjast ikki heilt at vera liðug við hópin. Summir venjarar søgdu eisini við Televarpið eftir dystirnar í 1. umfari, at hugt verður uppá støðuna.

Ein var Aleksandar Jovevic hjá ÍF. Eftir 6-0 tapið í Klaksvík segði hann, at hann vónaði at liðið fekk styrk, tí at tað vantaði ferð og breidd. Seinnapartin í dag gjørdist greitt, at Jhon Mena kemur aftur til Fuglafjarðar at spæla. Hetta kann fáa stóran týdning fyri ÍF - tað lá annars til, at skjóti og sterki álopskendi spælarin ikki fór at halda fram í felagnum. Sambært góðum keldum hjá Portalinum var hatta tað hjá ÍF, í mun til flytingar.

Sí eisini: Jhon Mena er aftur í Fuglafirði

[object Object]
Jhon Mena kemur við millum ferða til Fuglafjarðar. Loyvini hjá honum eru tó ikki uppá pláss til sunnudagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aðrar álítandi keldur siga, at tað liggur í kortunum, at sáttmáli millum 07 Vestur og Sonna Ragnar Nattestad verður kunngjørdur í seinasta lagi seinnapartin í morgin. Hann hevur spælt við B36 seinastu árini, men miðverjin úr Miðvági hevur verið sáttmálaleysur og ikki vant fótbólt síðani november, og tiskil varð hann heldur ikki úttikin til A-landsliðið í vikuni.

Venjarin hjá 07 Vestur Steffan Landro staðfesti í samrøðu við Televarpið leygardagin, at man var ógvuliga áhugaður í 29-ára gamla verjuspælaranum. Sonni Ragnar hevur eisini verið við til onkra venjing í Sørvági fyri stuttum. Hugt hevur verið eftir møguleikum uttanlands, men tað er ikki so sannlíkt í løtuni. Meira sannlíkt er, at Sonni Ragnar Nattestad spælir fast á Vágoynni í 2024.

[object Object]
Hann hevur ikki vant nógv fótbólt í vetur men hevur hildið kroppin í gongd. Sonni Ragnar kann gerast nýggi spælari nummar ellivu hjá 07 Vestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Haakon Lunov, høvuðsvenjari hjá KÍ, hevur alment sagt seinastu vikuna, at KÍ hyggur eftir møguleikum. Sambært bolt.fo og íslendskum miðlum, hava føroyameistararnir bjóðað 100.000 krónir fyri Emil Atlason, sum varð toppskjútti í bestu deildini í fjør. Um KÍ ger meira, so er tað mest sannlíkt ein álopskendur spælari, ið kemur afturat í hópin hjá føroyameistarunum

Tað hevur eisini ljóðað at EB/Streymur møguliga fær onkran inn afturat. Vit verða klókari uppá alt hetta í morgin eftir klokkan 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder