Hondbóltur

FM-finaluliðini skulu finnast mikukvøldið

 Spenningurin er í hæddini.

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2019-03-25 10:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Spenningurin er í hæddini í FM-finalustríðnum.

Finalistarnir vórðu ikki funnir í 2. hálvfinalunum, ið vórðu spældar í gjár. Avgerðin fellur mikukvøldið, tá triðju og síðstu hálvfinalurnar skulu spælast.

H71 og VÍF hittast klokkan 18.30 í Hoyvíkshøllini, og Neistin og Kyndil bresta saman klokkan 20.30 í Høllini á Hálsi.

Triðja hálvfinalan skal avgerðast eins og tær undanfarnu. Stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður longd leiktíð á tvær ferðir fimm minuttir. Er vinnari ikki funnin tá, skulu liðini út í brotskastkapping, har tey skjóta fimm brotskøst hvør. Stendur framvegis á jøvnum, skal brotskast skjótast, til dysturin er avgjørdur, skrivar Hondbóltssambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder