Hondbóltur

FM-fjórðingsfinalurnar vera hesa vikuna

VÍF og EB leggja fyri týskvøldið, Stjørnan vitjar Neistan mikukvøldið, og skírisdag eru fjórðingsfinalurnar hjá monnunum. H71 og kyndilskvinnur vunnu grundspølini.

KÍF og VÍF spæla móti ávikavist StÍF og Neistanum skírsdag (Savnsmynd: Andrei Antal)

KÍF og VÍF spæla móti ávikavist StÍF og Neistanum skírsdag (Savnsmynd: Andrei Antal)

2026-03-30 13:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grundspælið í fremstu hondbóltsdeildunum er av. Steypavinnararnir, sum eisini eru greiðir FM-favorittar, vunnu hesi: Kyndil hjá kvinnum og H71 hjá monnum

Sí endastøðuna hjá monnum her

Sí endastøðuna hjá kvinnum her

Kappingarnar eru skipaðar soleiðis, at liðini sum endaðu í topp-tvey í grundspælinum fara beinleiðis til hálvfinalurnar. Bæði hjá kvinnum og monnum eru hesi liðini H71 og Kyndil.

Liðini, sum endaðu á plássunum frá trý til seks, spæla fjórðingsfinalur - nummar trý móti nummar seks og nummar fýra móti nummar fimm.

Talan er um ein avgerandi dyst um hálvfinalupláss. 

Kvinnurnar spæla í morgin, týsdagin 31. mars, og mikudagin 1. apríl.

Báðar fjórðingsfinalurnar hjá monnum verða spældar skírisdag, hósdagin 2. apríl. sí yvirlit niðanfyri:

FM-fjórðingsfinalur hjá kvinnum:

[object Object]


FM-fjórðingsfinalur hjá monnum:

[object Object]
Skíggjamyndir: HSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder