Talan er nevniliga um ein stinnan hóp bæði á mans- og kvinnusíðuni, har nógvir leikarar eru góð boð upp á ein komandi føroyameistara. Onkrir favorittar eru, men breiði hópurin syrgir fyri, at tað er víðopið um hvør spælir seg í finaluna – og tað boðar frá góðum.
Hjá monnunum er verandi føroyameistarin, Fróði Fríðason Jensen, við aftur. Hann kann vænta sær harða kapping serliga frá 16 ára gamla Albert Wolfsberg, sum er hálvur føroyingur, ið spælir við danska Hillerød. Hetta er fyrstu ferð, at hann luttekur í FM.
Eisini aðrir avbjóðarar eru, eitt nú tveir fyrrverandi føroyameistarar í Pæturi Albinus og Halli Thorsteinsson. Veteranurin, Peter Hentze Niclasen, er burturstaddur, og verður tískil ikki við í ár.
Hjá kvinnunum er Henrietta Nørr, sum er í búsitandi í Danmark, við aftur, og hon er helst rættiliga greiður favorittur at vinna sítt fimta FM-heiti. Hon kann tó vænta sær harða kapping frá verandi føroyameistaranum, 15 ára gomlu Marin Elisabet Poulsen.
Eisini tveir aðrir landsliðsleikarar, Britt Michelsen og Anja Wongwai, eru góð FM-boð, eins og ein annar fyrrverandi føroyameistari, Durita Fríðadóttir Jensen, sum í løtuni er búsitandi í Keypmannahavn, er komin heim heim at kappast í FM.
Innleiðandi FM-kappingarnar í borðtennis verða spældar í kjallaranum í høllini á Hálsi í dag, og finalurnar verða spældar á stóra FM-finaludegnum í morgin, legyardagin. Fullfíggjaða FM-skráin sæst á btsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald