FM kappingin fer fram í hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag hetta og komandi vikuskiftið. Tilsamans er pláss fyri 8 spælarunm í endaliga finaluumfarinum komandi vikukiftið. Seks av teimum bestu frá liðkappingini eru sjálvskrivaðir til finaluumfarið. Tað er so kappingin um tey restandi tvey plássini, sum verður spæld í dag og í morgin. Tilsamans 14 spælarar dystast um hesi tvey plássini.
Vert er at bíta merki í, at tveir av hesum eru millum fremstu spælarar í landinum, Ólavur Kjølbro verandi FM meistari eins og Hallur Joensen, fyrrv. meistari, men av tí at teir ikki luttóku í liðkappingini, sum júst er liðug, skulu teir spæla seg frá botni av til tey bæði seinastu finaluplássini.
Teir átta fyrrverandi og núverandi FM meistararnir, sum hava teknað seg tilkappingina, eru: Ólavur Kjølbro, Kristian Sune Høgnesen, Páll Heri Nolsøe, Max Rasmussen, Hallur Joensen, Sonhard Johannesen, Bjarni Skaalum og Jan Müller.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald