Annað

FM í billard fyri einstaklingar í Havn hetta vikuskiftið

Føroyameistarakapping í billard fyri einstaklingar verður í Havn hetta vikuskiftið.

FM kappingin fyri einstaklingar í billard verður spæld í billardhølunum í Havnar Klubba seinnapartin í dag  og heldur síðani fram allan leygardagin.

FM kappingin fyri einstaklingar í billard verður spæld í billardhølunum í Havnar Klubba seinnapartin í dag  og heldur síðani fram allan leygardagin.

2023-04-21 13:01 Author image
Jan Müller
placeholder

Tilsamans 8 spælarar úr Havn, Klaksvík og av Tvøroyri skulu dystast um FM heitið í 2023. Talan er um landsins bestu, sum nú skulu dystast um størsta heiðurin í billardítróttini.

Hesir eru: Ólavur Kjølbro, Jógvan Jørgensen, Niels Nielsen og Per Hansen allir úr Havnar Billardfelag, Kristian Sune Høgnesen, Urbanus Olsen og Sonhard Johannessen úr Klaksvíkar Billardfelag og Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billarfelag.

Verandi føroyameistari er Páll Heri Nolsøe.

FM kappingin  fer fram í snotuligu og rúmligu hølunum í Havnar Klubba seinnapartin í dag og heldur síðani fram allan leygardagin.


[object Object]Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri er verandi føroyameistari í billard fyri einstaklingar.









placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder