Nú nærkast av álvara, til at ársins FM-kapping í borðtennis fer av bakkastokki. Í dag, fríggjadagin 14. apríl, verða innleiðandi umførini spæld, og dagin eftir, leygardagin 15. apríl, verða finalurnar spældar á stóra felags FM-finaludegnum hjá borðtennis, badminton og judo.
Aftur í ár verður tað ein stinnur hópur av leikarum, sum fer at spæla við um FM-heitið. Tað er greitt, nú flest allir útisetarnir hava boðað frá, at teir koma til Føroya at luttaka í FM.
Hjá monnum eru nógvir um boðið. Verandi føroyameistarin, Albert Weihe Wolfsberg, sum spælir við danska felagnum Hillerød GI, kemur heim, og 16 ára gamla talentið má – sum verandi føroyameistarin – helst átaka sær ein leiklut sum lítil FM-favorittur.
Tað verður tó ikki uttan mótstøðu frá fimmfaldaða føroyameistaranum, Fróða Fríðasyni Jensen, og eisini Hallur Thorsteinsson er støðugur á hesum høga støðinum, og kann bjóða teimum báðum av. Hann hevur verið darvaður av skaða, men vónar at fáa spælt.
Ein nýggjur ungur harri, sum kann trína fram á FM-pallin í ár, er 18 ára gamli Ári Fríðason Jensen, sum fyrr í ár hevur megnað at vunnið á stórabeiggja sínum, Fróða. Hann er eisini nýliga úttikin til oyggjaleikalandsliðið, og er sum heild í góðum formi og í rívandi menning.
Hjá kvinnunum kemur verandi føroyameistarin, Henrietta Nørr, ikki heim. Hon hevur annars vunnið FM fimm ferðir, og spælir týska felagið, Kiel TTK. Tíverri lá ikki fyri hjá henni at luttaka hesaferð.
Tað eru serliga tríggjar, sum eru um boðið hjá kvinnum. Tann eina er Durita Fríðadóttir Jensen, sum hevur verið føroyameistari tríggjar ferðir, og sum spælir og venur við danska felagnum, Amager BTK, har fleiri føroyingar áður hava spælt við.
Anja Wongwai og Britt Michelsen fara eisini at liggja framvið. Tær hava síðsta hálvaannað árið spælt í næstbestu donsku deildini við Horsens KFUM, og hetta hevur verið við til at lyft tær upp á eitt nýtt støði, sum spennandi verður at síggja nú í FM og á oyggjaleikunum í summar.
Innleiðandi FM-kappingin í borðtennis kann stroymast á kanalini hjá Borðtennissambandi Føroya á Youtube – sí annars nærri á facebook-síðuni við sama navni.
Skrá:
Kl.18:00: Meistaradeild, kvinnur – einmansleikur
Kl.18:00: Meistaradeild, menn – einmansleikur
Kl.18:00: Miðaldeild, blandað – ein- og tvímansleikur
Kl.19:15: Meistaradeild, kvinnur – tvímansleikur
Kl.20:00: Meistaradeild, menn – tvímansleikur
Kl.21:15: Blandaður tvímansleikur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald