Annað

FM í buldring fyri fyrstu ferð

Buldring er klintring í lágum hæddum – FM kappingin fer fram á Baccalao í Havn.

2024-04-18 10:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið skipar Klintrisamband Føroya fyri FM í buldring á fyrsta sinni. Kappingin verður hildin í høllini hjá Havnar Klintrifelag í Bacalao á Vestaru bryggju í Havn.

Buldring er ein ítróttagrein, sum veruliga hevur tikið dik á seg í Føroyum, síðani klintrihøllin hjá Havnar Klintrifelag varð tikin í nýtslu í 2020. Tá man buldrar, klintrar man á lutfalsliga lágum klintrileiðum, og tískil hevur klintrarin ikki brúk fyri trygdarreipi. 

Í morgin, fríggjadagin, verður eitt innleiðandi umfar, sum ger av, hvørjir seks klintrarar sleppa í FM finaluna. Teir seks klintrarnir, sum klára seg best í undanumfarinum, koma víðari til FM finaluna leygardagin, har føroyameistarin í buldring skal finnast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder