Annað

FM í estetiskum fimleiki

20 lið eru tilmeldað kappingarnar, sum verða á Hálsi í Havn.

(Mynd: Jón K. Joensen)

(Mynd: Jón K. Joensen)

2023-05-04 10:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Høllin á Hálsi verður í vikuskiftinum karmur um FM í estetiskum fimleiki.

20 lið eru tilmeldað kappingarnar. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Leygardagin byrjar undankappingin klokkan 13. Sunnudagin, 7. mai, byrjar FM klokkan 13.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá kappingini sunnudagin. Dyrnar lata upp ein tíma áðrenn kappingarnar byrja. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder