Toppdysturin í fjórða umfari týsdagin millum teir báðar sterkastu telvararnar í Føroyum gjørdist eitt vónbrot. Talvið í Finsen millum Helga Dam Ziska og Høgna Egilstoft Nielsen endaði javnt eftir einans tólv leikir. Stórmeistarin, sum hevði hvíta fólkið, bjóðaði remis, og Høgni tók av.
Virðingin hvør fyri øðrum tykist so stór, at hvørgin hevði sett sær fyri at vinna, tá talvið byrjaði. Við javnleikinum varðveitir Helgi tepru leiðsluna í kappingini. Men endar talvið millum Helga og Rógva Egilstoft í morgin eisini javnt, sum dystirnir teirra millum aloftast gera, og Høgni í sínum lagi vinnur, tá hevur stórmeistarin sett seg undir størri trýst, enn hann var undan talvinum í dag. Tí ivaðist Høgni kanska ikki í at taka av, tá Helgi beyð remis.
Høgni Egilstoft Nielsen skal í dag spæla móti Eyðuni Nolsøe (Mynd: Sverri Egholm)
Rógvi Egilstoft koppaði Luitjen Akselsson Apol í dag. Talvið tóktist púra javnt, men brádliga fekk Rógvi ræðið á einastu opnu linjuni, og eftir tað var hann náðileysur.
Aldursforsetin Eyðun Nolsøe, sum lítið hevur telvað seinnu árini, er als ikki komin at banka rust nú á páskum. Tvørturímóti hevur hann tikið fleiri á bóli við nærlagdari telving og góðum hugburði. Í dag vann hann á Olaf Berg. Snildisliga lumpaði hann sær sigurin í javnari endastøðu.
Carl Eli og Martin Poulsen høvdu eitt spennandi og drúgt talv, sum endaði javnt eftir rættiligt tíðartrotsdrama. Vit takka fyri stríðsviljan og undirhaldið.
4. umfar (týsdagin 4. apríl)
Helgi Dam Ziska - Høgni Egilstoft Nielsen ½ - ½
Luitjen A. Apol - Rógvi Egilstoft 0 - 1
Eyðun Nolsøe - Olaf Berg 1 - 0
Carl Eli Samuelsen - Martin Poulsen ½ - ½
Støðan í FM-bólkinum
5. umfar (mikudagin 5. apríl kl. 17:00)
Rógvi Egilstoft - Helgi Dam Ziska
Høgni Egilstoft Nielsen - Eyðun Nolsøe
Olaf Berg - Carl Eli Samuelsen
Martin Poulsen - Luitjen A. Apol
Hinir bólkarnir
Í 1. bólki eru átta telvarar, eins og í Landsliðsbólkinum. Í almenna bólkinum eru 24, og í unglingabólkinum eru 20.
Støðan í oddanum er henda:
1. bólkur
1. Torkil Nielsen, ST 3
2. Herluf Hansen, HT 2½
3. Alvin Joensen, KT 2
4. Heiðrikur Jacobsen, HT 2
5. Árant Djurhuus, KT 2
Almenni bólkurin
1. Bogi Eliasen Hansen, KTF 3½
2. Ingi Wiberg, ST 3½
3. Flóvin M. Tummasarsson, KTF 3
Unglingabólkurin
1. Petur Magnussen, HT 3½
2. Poul Thomsen, KTF 3
3. Hanus á Lógv 3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald