Eitt, ið ger kappingina serstaka í ár, er, at Havnar Telvingarfelag hin 18. apríl fyllir 100 ár. Tí er langt síðan avrátt, at elsta talvfelag í landinum hýsir kappingini.
Telvað verður í auluni í Finsen - í gamla kommunuskúlanum. Umførini eru sjey, og telvað verður dag um dag til langa fríggjadag 7. apríl. Telvað verður í fýra bólkum; landsliðsbólkinum, 1. bólki, almennum bólki og unglingabólki. Haraftrat verður eisini serstøk veterankapping skírisdag og langa fríggjadag.
Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.
Topparnir eru við
Átta teir hægst styrkismettu telvararnir telva í landsliðsbólkinum um heitið føroyameistari 2023.
Landsliðsbólkurin tykist at fara at vera tann sterkasti í fleiri ár. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen eru báðir við. Teir eru okkara sterkastu telvarar. Rógvi Egilstoft er eisini væntandi. Olaf Berg er eisini við, afturímóti er líkt til, at tað fer ikki at liggja fyri hjá Martini Poulsen.
Næstu átta telvararnir telva í 1. bólki, og hinir telva í almenna bólkinum.
Í unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2023. Sum nakað nýtt verður eisini telvað um heitið gentu-unglingaføroyameistari 2023. Sostatt verður unglingakappingin fyri gentur og dreingir.
Freistin úti á midnátt
Freistin at tekna seg er úti á midnátt. Higartil hava útivið fjøruti telvarar boðað frá luttøku. Øllum stendur frítt at vera við. Kunning um tilmelding fæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
Gongst sum ætlað, verður tað í morgin greitt, hvussu stór luttøkan um páskirnar í 100 ára jubileums FM-kappingini í talvi 2023 í Finsen - í hjartanum í Havn - verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald