Fótbóltur

FM1: Fótbóltsskýlið og frásøgn av Tórsvølli í kvøld

Klokkan 17.15 senda vit við Leivi Frederiksen og øðrum gestum, har evropeisku dystirnir og Meistaradeildin verða vend. Stutt fyri klokkan 19 sita Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen til reiðar á svalanum: KÍ - Lech Poznan er loksins á skránni.

Leivur Frederiksen hevur fylgt føroyskum fótbólti og arbeitt við hesum í nógv ár (Mynd: Sverri Egholm)

Leivur Frederiksen hevur fylgt føroyskum fótbólti og arbeitt við hesum í nógv ár (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-14 11:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin evropeiskur dystur hóskvøldið, hóast hópurin hjá Lech Poznan lendi seinnapartin. Men hetta merkir, at talan verður um eitt spennandi fótbóltsfríggjakvøld á Tórsvølli - og á FM1 og Portalinum.

Sí eisini: Bráðvend eftir pólskt trýst: KÍ og Lech Poznan spæla kortini ikki í kvøld

Til ber at fylgja gongdini í seinna dystinum í 3. umfari á Portalinum, og vit hava myndir, samrøður og annað.

FM1 sigur frá dystinum. Tað vera Trygvi Absalonsen og Eli Simonsen, sum verða ávikavist frásøgumaður og viðmerkjari.

[object Object]
Eli og Trygvi vera at hoyra frá svalanum á Tórsvølli frá beint fyri klokkan 19 (Mynd: Sverri Egholm)

Frá klokkan 17.15 sendir FM1 fríggjadagssendingina Fótbóltsskýlið. Og hetta verður úr miðlarúminum á Tórsvølli.

Sendingin fer at snúgva seg um evropeisku dystirnar hesa vikuna, har vit millum annað taka samanum avrikini hjá NSÍ, sum er úti eftir javnleikin móti Lugano í gjár. Spennandi landskappingin verður eisini løgd undir luppin, og Leivur Frederiksen verður gestur í allari sendingini - onnur vitja eisini.

Lurta eftir FM1 her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder