Fótbóltur

FM1: Siga frá í Klaksvík og á Svangaskarði - 3. hálvleikur klokkan 19.30

Rúni á Reynatrøð sigur frá stórdystinum millum KÍ og NSÍ klokkan 15, Per Jacobsen tekur síðani yvir á Toftum, har Skála vitjar, og í kvøld taka Trygvi Absalonsen, Niels Petersen og onnur samanum á FM1. Til ber at fylgja við øllum dystunum á Portalinum.

Rúni á Reynatrøð sigur frá stórdystinum millum KÍ og NSÍ klokkan 15. Hetta er byrjanin uppá stóran fótbóltsdag á FM1 (Mynd: Sverri Egholm)

Rúni á Reynatrøð sigur frá stórdystinum millum KÍ og NSÍ klokkan 15. Hetta er byrjanin uppá stóran fótbóltsdag á FM1 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-03-15 08:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 2. umfari í Meistaradeildini verða spældir í dag, og vit gera nógv burturúr.

Sagt verður frá tveimum dystum á FM1 og fylgt verður væl við hinum - á FM1 og á Portalinum. Í kvøld, frá klokkan 19.30, taka vit samanum umfarið í beinleiðis sending.

Byrjað verður klokkan 14, tá vit endursnda Fótbóltsskýlið frá fríggjadegnum.

Lurta eftir FM1 her

2. umfar í Meistaradeildini: 
Sunnudagin 15. mars

(14.00: Fótbóltsskýlið á FM1 - hita upp til umfarið)

15.00: 
HB - 07 Vestur
EB/Streymur - AB
KÍ - NSÍ (FM1)

17.15: B68 - Skála (FM1)

(19.30: 3. Hálvleikur á FM1)

Fríggjadagin 13. mars
Víkingur - B36 0-0

Sí eisini: 
Sølvi Vatnhamar vrakaður í byrjanaruppstillingini - B36 tannleyst við bólti
Finnur Justinussen: - Verjurnar hjá Víkingi og B36 stóðu seg sera væl


[object Object]
Støðan 

Rúni á Reynatrøð sigur frá stórdystinum millum KÍ og NSÍ klokkan 15, og samstundis dagførir Heri Árnason Simonsen støðuna í Gunadali og í Streymnesi - heimildarfólk koma inn í sendingini.

Per Dávidsson Jacobsen tekur síðani yvir á Toftum, har Skála vitjar B68 klokkan 17.15.

Eftir seinasta dystin í umfarinum taka Trygvi Absalonsen og onnur samanum á FM1. Hetta í beinleiðis sendingini 3. hálvleikur, sum er hvørt sunnukvøld klokkan 19.30. Niels Petersen, frásøgumaður, venjari og viðmerkjari verður gestur, og róð verður aftur á dystirnar í umfarinum og ta mest áhugaverda.

[object Object]Niels Petersen verður við mikrofonina (Mynd: jn.fo)

Til ber eisini at fylgja við øllum dystunum ovast á Portalinum (livescore). Vit hava eisini myndir og annað frá KÍ-NSÍ.

Lurta eftir FM1 á fm1.fo ella á vanligu frekvensunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder