Hamburg var ein av fýra týskum býum ella landslutum, sum bjóðaðu seg fram at vera vertir fyri Olympisku Summarleikunum í annaðhvørt 2036, 2040 ella 2044, men íbúgvar í býnum hava nú sagt nei.
Tað gjørdu teir á fólkaatkvøðu sunnudagin. Tá 98 prosent av atkvøðunum vóru taldar, høvdu 55 prosent atkvøtt ímóti, meðan 45 høvdu atkvøtt fyri, skriva fleiri tíðindastovur.
Høvuðsstaðurin Berlin, München og Rhine-Ruhr-landsluturin bjóða seg framvegis fram.
Borgarstjórin í Hamburg, Peter Tschentscher, hevur boðað altjóða olympisku nevndini (IOC) frá, at Hamburg ikki longur bjóðar seg fram sum vertsbý.
Umleið 1,3 milliónir borgarar høvdu valrætt, og valluttøkan var 49,5 prosent.
Tað er olympiska nevndin í Týsklandi, Dosb, sum tekur avgerð um, hvør býur skal bjóða seg fram og nær. Avgerðin verður tikin 26. september.
Á fólkaatkvøðum í München og Rhine-Ruhr, var undirtøkan á fólkaatkvøðuni ávikavist 66,4 og 66 prosent. Berlin hevur ikki hildið fólkaatkvøðu.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Hamburg hevur sagt nei til at hýsa Olympisku Leikunum. Í 2015 vóru íbúgvar eisini ímóti at bjóða seg fram sum vertir í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald