Fótbóltur

Formaðurin hjá ÍF heldur fram

Á aðalfundi hjá felagnum hóskvøldið varð Georges Rouah afturvaldur.

(Mynd: ÍF/Facebook)

(Mynd: ÍF/Facebook)

2023-08-25 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Georges Rouah, ið hevur verið formaður hjá ÍF síðan 2020, heldur fram sum formaður. Tað er greitt eftir aðalfundin hjá felagnum hóskvøldið.

Fyri vali stóðu nevndarlimirnir Hjalti Lundsbjerg, Marta S. Thomsen, Annika Breiðaskarð , og Georges Rouah, og tiltakslimirnir Linda Joensen og Fríði Reinert Petersen.

ÍF skrivar, at øll undantikið Annika Breiðaskarð ynsktu at taka við afturvali, og harumframt bjóðaði Rói Dalsá Olsen seg fram at stilla upp til nevndina.

Á aðalfundinum var eisini ein nýggjur limur valdur í ungdómsnevndina. Kunning um, hvussu ungdómsnevdin er mannað og skipað, kemur seinni, skrivar felagið.

Starvsnevndin hjá ÍF hevur skipað seg soleiðis:

  • Georges Rouah - formaður
  • Hjalti Lundsbjerg - næstformaður
  • Høgni Á Lakjuni - kassameistari
  • Marta Thomsen - skrivari
  • Rói Dalsá Olsen - nevndarlimur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder