Um vikuskiftið fekk Andrias Sumberg prógv sum altjóða dómari í judo, og hann er fyrsti føroyingur, sum fær altjóða prógv.
Tað skrivar Judo Føroyar í tíðindaskrivi.
Andrias hevur vant judo síðani hann var smádrongur, og undir lestri í Danmark byrjaði hann at royna seg sum dómari. Hann tók dómaraprógv í Danmark, áðrenn hann eftir loknan lestur vendi heimaftur. Andrias hevur, síðani hann kom heim aftur, stovnað Suðuroyar Judo á Tvøroyri, har hann eisini er formaður og venjari.
Seinnu árini hevur Andrias dømt í norðurlendskum kappingum, og í fjør byrjaði hann tilgongdina at gerast altjóða dómari. Seinasta heyst dømdi hann í tveimum altjóða kappingum, og í summar hevur hann eisini dømt í tveimum altjóða kappingum, áðrenn hann nú um vikuskiftið var uppi til próvtøku í sambandi við European Cup kapping í Malaga í Spania.
Andrias kláraði próvtøkuna uttan trupulleikar, og kann nú kalla seg altjóða dómara, skrivar Judo Føroyar, sum sigur, at tað í menningartilgongdini hjá sambandinum hevur stóran týdning, at døming er á høgum støði.
Andrias kemur framyvir at hava ein týðandi leiklut í at læra nýggjar dómarar í Føroyum, eins og hann fær altjóða uppgávur, skrivar Judo Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald