Fótbóltur

Føroya Styrkisamband skipar styrkilyfting eftir altjóða reglum

Skipað fyri skeiði innanfyri styrkilyfting, sum ger tað møguligt at hava almennar føroyskar kappingar undir ÍSF. Tólv skeiðsluttakarar fingu B-dómararprógv.

2021-06-28 23:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Um vikuskiftið skipaði Føroya Styrkisamband saman við Dansk Styrkeløft Forbund fyri skeiði innan styrkilyfting, sum ger tað møguligt at hava almennar føroyskar kappingar undir ÍSF.

Tólv skeiðsluttakarar umboðandi Yndi, Burn, Fullpower og Tvørmegi fingu B-dómaraprógv. Undirvíst varð eisini í reglugerð og fyriskipan av altjóða góðkendum kappingum.

Undirvísararnir vóru Klaus Brostrøm, formaður í DSF, Henning Thorsen, næstformaður og Peter Andersen, nevndarlimur og ráðgevi.

Fyrsta almenna kappingin í styrkilyfting eftir altjóða reglugerðini hjá IPF, International Powerlifting Federation verður á Føroyaleikunum leygardagin 10. juli kl 14:00 í Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn,

Á Føroyaleikunum 8.-11. juli skipar Styrkifelag Føroya umframt kapping í styrkilyfting eisini fyri kappingum í vektlyfting, kúlulyfti og crossfit.

Vektlyfting verður hósdagin 8. juli kl 18:00 og Kúlulyft fríggjadagin 9. juli kl 14:00, báðar ferðirnar í Perluni. Kappingin í Crossfit verður í Tvørmegi fríggjadagin 9. juli kl 19:00 og leygardagin 10. juli kl 12:00 og 16:00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder