Leygardagin 3. september verður Føroya vakrasta hálvmaratonn aftur á skránni.
Tá verður runnið og gingið úr Gásadali til Sandavágskirkju og gjøgnum allar bygdirnar í Vágum.
Talan er um eitt heildagstiltak við tónleiki á vøkru rutuni, og aftaná verður boðið til døgurða á Giljanesi.
Eins og undanfarin ár fara 100 krónur av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennarar kunnu eisini lata stuðul. Berin, ið skipar fyri sorgarbólkum fyri børn, fær altíð nakað av stuðli frá tiltakinum eisini, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki, sjálvbodnum felagsskapum og vinnufyritøkum, sum øll loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið umframt, at kommunurnar í Vágum stuðla við at seta fløgg upp, skelta og líknandi.
Til ber at tekna seg til Føroya vakrasta hálvmaratonn á atgongumerki.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald