Ikki heilt óvæntað verða tað Katrin á Neystabø og Mari-Ann Robertson, ið hittast í finaluni í damutennis í Føroyaleikum í dag.
Tær báðar vórðu seedaðar nummar eitt og tvey, og væntast kann eisini ein finala í evsta flokki við øllum tí, sum ein finala hevur at bjóða uppá, tá tær báðar bresta saman í dag.
Katrin á Neystabø hevur vunnið bæði Várkappingina og MBM Open í ár, men móti stórspælandi Mari-Ann Robertson, sum býr í USA og sum ikki hevur tikið lut í heimligu kappingunum seinastu árini, verður spennandi at síggja, hvussu leikur ferst. Ein nýggjur avbjóðari er í øllum førum á vøllinum.
Katrin á Neystabø vann á Heidi Viderø í hálvfinaluni, meðan Mari-Ann Robertson sigraði á Rúnu Jakobsen fyri sítt pláss í finaluni.
Sostatt eru tað eisini Heidi Viderø og Rúna Jakobsen, sum spæla um bronsu í morgin.
Somuleiðis er tað heldur ikki heilt óvæntað, at tað verða Pætur Marjunarson Dahl og Jón Brekku, ið hittast í harrafinaluni í dag.
Teir báðir vórðu eisini seedaðir nummar eitt og nummar tvey hjá harranum, og um finalan verður nakað sum FM finalan millum teir báðar í fjør, er í øllum førum spenningur á skránni.
Í hálvfinalunum hittust Pætur Marjunarson Dahl og Annfinn Gaard aðrumegin, meðan Jón Brekku og Ingi Højsted hittust í hinari.
Annfinn Gaard og Ingi Højsted bresta saman í kappingini um bronsu.
Skipað varð eisini fyri Old Boys kapping í Føroyaleikum, og hesaferð varð tað Holger Arnbjerg, ið sigraði á Charles Midjord.
Skráin fyri dystirnar sunnudagin:
Kl. 12.00
Harrar, B-finala: Stefan í Skorini og Anders Rieks
Kvinnur, Bronsa: Rúna Jakobsen og Heidi Viderø
Kl. 14.00
Kvinnufinala: Katrin á Neystabø og Mari-Ann Robertson
Harrar, bronsa: Ingi Højsted og Annfinn Gaard
Kl. 16.00
Harrafinala: Pætur Marjunarson Dahl og Jón Brekku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald