Eftir avlop í fleiri ár, og enntá eitt avlop upp á 5 milliónir krónur í 2020, so hilnaðist árið í fjør ikki serliga væl.
Á aðalfundinum, sum varð hildin á loftinum í KÍ høllinum í kvøld, varð roknskapurin hjá KÍ fyri 2021 lagdur fram fyri limunum. Úrslitið í fjør vísti eitt hall upp á 5,4 milliónir krónur.
KÍ skrivar á heimasíðuni, at orsøkirnar eru ymiskar, men serliga korona, skipan av akademinum (nýggju ungdómsdeildini) og at so tað, at besta mansliðið ikki megnaði at vinna sær víðari luttøku í Europa Conference League í summar.
Tað hendi tá KÍ eftir 120 minuttir á heimavølli við Djúpumýrar í Klaksvík, tapti 4-2, sum hevði við sær, at klaksvíkingar samanlagt taptu 6-5 ímóti RFS úr Lettlandi. Fyrra dystin vann KÍ 3-2.
(Mynd: Sverri Egholm)
KÍ fegnast kortini um, at bæði besta mansliðið og besta kvinnuliðið vunnu føroyameistaraheitið, og skulu luttaka í Champions League í summar.
- Hendan luttøka kemur at skapa inntøkur til felagið ið ger at vit ikki síggja hall í roknskapinum komandi ár, sigur KÍ á heimasíðuni.
Á aðalfundinum varð eisini avgjørt, at nevndin heldur fram.
Tummas Lervig, formaður
Rúni Heinesen, næstformaður
Hilmar Danielsen, kassameistari
Rói Clementsen, samskifti
Kaj Dam, Betri Menn
Jákup Eydnugarð, sponsorar
Eyðstein Poulsen, akademi
Nevndin í KÍ 2022 (Mynd: Ki.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald