Fótbóltur

KÍ sligið út á heimavølli

Tað endaði 2-4 eftir 120 minuttir, og harvið fer RFS víðari við samanløgdum 6-5 sigri. Hetta merkir, at KÍ fyri fyrstu ferð síðani 2017 ikki skal spæla meira enn eitt umfar í Evropa.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-15 22:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ megnaði ikki at halda fast í leiðsluni frá útivallardystinum. Tað eydnaðist ikki væl at verja fyri deyðbóltum í fyrra hálvleiki av vanligu leiktíðini, men javnvág fekst í, í yvirtíðini. Eins og fyrra málið hjá heimaliðnum kom tað eftir gott frísparksinnlegg frá Árna Frederiksberg: 2-3 og 5-5 samanlagt.

Javnvágin helt sær í næstan ein tíma av leiktíð, men so skoraði RFS uppá enn ein deyðbólt. Í hesum førum var Tomislav Saric fríur við aftaru stong í samband við frísparksstøðu í vinstru, og so mengaði KÍ, ið annars hevði skapt nakrar góðar málmøguleikar í longdu leiktíðini, ikki at svara aftur. 

Stórt vónbrot fyri KÍ, ið hevur satsað nógv uppá evropeisku kappingarnar, og sum hevur staðið seg væl í teimum seinastu árini.


UEFA Europa Conference League
15.07, Við Djúpumýru 
KÍ - RFS 2-4 eftir longda leiktíð - 5-6 samanlagt
10' Vitalijs Jagodinskis 0-1
16' Odmar Færø (Árni Frderiksberg) 1-1
24' Darko Lemajic 1-2
27' Emerson Santana 1-3
45 (+2) Deni Pavlovic 2-3
108' Tomislav Saric 2-4

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder